- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: FAME; filmur 1980 & sjónvarpsrøð 1982
04-12-2021
Irene Cara syngur best umtóktu løgini í sjálvum filminum, harav heitislagið, Fame, er tað kendasta. Hinvegin var Erica Gimpel mætasti sangarin í sjónvarpsrøðini.
'Starmaker' er best kenda lagið frá sjónvarpsrøðini Fame (1982), ið var eitt framhald frá sera vælumtókta biograf- og ungdómsfilminum, Fame (1980), hvørs heitislag var eitt diskotek-hitt.
Sjónvarpsversjónin av Fame við ungdómunum á einum ambisjøsum tónleika- og dramaskúla í New York City, var sera...
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátt
Samanborið við plátuna frammanundan, Toto 4, var hetta ein øðrvisi útgáva. Hon hevur tó sínar perlur; eitt nú 'Endless' og 'Change of Heart', umframt hittið 'Stranger i Town'.
30-11-2024
Kendasta lagið er Soldier of Fortune. Útgávan var eitt stílbrot við funkrokki blandaðum uppí, og tað seinasta Deep Purple verkið í 70'unum við Ritchie Blackmore á gittar.
16-11-2024
James Ingram og Patti Austin syngja fyri á hesi rútmisku plátu, ið mong meta sum eitt meistaraverk við stórari ávirkan á samtíðarpoppin.
09-11-2024
Mest selda albumið hjá Bryan Adams við løgum sum 'Summer of '69', 'Heaven', og 'Run To You'. Adams er eisini tann kanadiski tónleikarin, sum hevur selt flest plátur av øllum.
02-11-2024
'Knocking At Your Back Door' og 'Perfect Strangers' eru hittini á hesi come back útgávu hjá Deep Purple Mark II manningini í 1984. Júst Mark II hevði ikki verið saman í 11 ár.
27-10-2024
Sangarin í Norðkraft, Edmund Jacobsen, sigur frá nýggja lagnum, 'Marianna', og gongdini í bólkinum. Haraftrat hoyra vit sjálvt lagið, sum er lurtaravinarligur rokkur.
27-10-2024
Hetta er tað mest selda Tøsedrengene albumið, ið hevur løg sum 'Indianer', 'Så gik der tid med det', 'Bruge og bruges', og 'Slip det fri'. Reggaepoppur úr Danmark.
11-05-2024
Útgávan hevur 'What's Love Got To Do With It', ið var einasta lagið, sum Tina Turner hevði fremst á Billboard Hot 100, meðani sjálvt albumið rakk til nr. 3 á Billboard 200.
04-05-2024
Tað fyrsta og samstundis mest keypta albumið hjá hesum bólki. Eitt lag, 'Don't Dream It's Over; kann bólkast sum eitt av yvirhøvur stóru poppløgunum í 80'unum
27-04-2024
Talan er um stóra heimsgjøgnumbrotið hjá týska rokkbólkinum, Scorpions. 'Still Loving You', 'Rock You Like A Hurricane', og 'Big City Nights' eru hittini á plátuni.
20-04-2024
'High Hopes' og 'Take It Back' er tvey kend løg frá hesi art-rock útgávu, hvørs reyði tráður er samskifti og trúgvin á, at gott prát kann loysa nógvar millum-manna-fløkjur.
18-04-2024
Spæld verða ellivu av best umtóktu løgunum hjá rock and roll- og poppsangaranum, Shakin' Stevens, sum framvegis er virkin. Hann hevur havt 33 singleplátur á UK Top 40.
11-04-2024