Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 40 ár: 'Kim Wilde', Kim Wilde, 1981
18-12-2021
Við frumplátu síni tók Kim Wilde heimin sum ein ódn. Mest vóru tað løgini, 'Kids In America' og 'Chequered Love', ið ungdómarnir tóku til sín.

Stutt eftir útgávu á jóansøku í '81 tendraði amerikanska sjónvarpsrásin, MTV, sendaran og eisini tað hevði týdning. Hon bar seg væl á sjónbandi og fekk nógvar fjepparar, ikki minst mannligar.

Plátuhúsin er svartur við Kim Wilde fremst í myndini ílætin eina hvíta t-skjúrtu og í cowboybuksum. Aftanfyri hana síggjast tríggir menn í svørtum. Tað er tann sokallaði kápubólkurin, ella promotionbólkurin, ið var mannaður við beiggjanum, Ricky Wilde, gittaristinum, James Stevenson, og tangentspælaranum, Calvin Hayes, ið var unnasti hennara í eina tíð og sum seinni í 80'unum spældi við Johnny Hates Jazz. James Stevenson er rokkgittaristur og hevur eisini spælt í bólkum sum The Cult og The Alarm.

Hasir vóru eisini á ljóðsporinum til plátuna, men mestapartin av tónleikinnuminn innspældi ein samanspældur tónleikabólkur, The Enid, ið bæði hevur verið kallaður 'progressivur' og 'symfoniskur'. Og vit kunnu lættliga kalla hesa Temaplátun 'New Wave', ið stutt kann lýsast sum punkrokkur við synthezisara og kærleiksyrkingum.

40 ára minni í Plátubarrini 18.12.2021

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023
Annað albumið hjá hesum amerikanara, sum er hansara mest keypta. Hittini vóru 'Right Here Waiting', 'Satisfied', og 'Angelia'. Verkið er rættiliga rokkut og eisini synth-kent.
25-03-2023
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023
Tað fyrsta av fýra albumplettskotum, sum Billy Joel hevur havt í USA. Nógv spæld løg frá plátuni eru 'My Life', 'Honesty', 'Big Shot', og 'Rosalinda's Eyes'.
16-03-2023
Henda útgávan er ein tann mest sjónligi føroyski varðin á tóleikaleið. Nærum øll løgini hava verið spæld nógv síðan 1990, harav tvey dømi eru Ljóðmynd og Kvøld á Tinganesi.
11-03-2023
Eitt tað besta albumið hjá Tøsedrengene við løgum sum 'Vi var engang så tæt' og 'Drop dine løgne'. Sølutalið var omanfyri 100.000 seld eintøk, ið var óvanliga nógv í Danmark.
25-02-2023
Talan er um næstmest keypta upprunaalbumið hjá Electric Light Orchestra. Útgávan er synth- og discokendur popprokkur. Kend løg eru 'Don't Bring Me Down' og 'Confusion'.
18-02-2023
Talan er um næstbest umtókta albumið hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Mest spældu løgini hava verið 'Superstitious', 'Let the Good Times Rock', og 'Open Your Heart'.
11-02-2023
Hetta er stóra útgávan hjá amerikanska Lionel Richie, sum beint tá var komin úr bólkinum, Commodores. Talan er um soul-popp balladur og rýtmisk løg sum 'All Night Long'.
04-02-2023
Hetta er hennara fyrsta útgáva, sum framvegis er hennara best umtókta. 'Twist in My Sobriety' og 'Good Tradition' eru stóru hittini á plátuni. Stílurin er 'folk-pop'.
28-01-2023
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.
21-01-2023
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.
15-01-2023