- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Gamlaárskvøld 2022 var Eyðbjørn av Kamarinum gestur í 'Gott nýggjár í Plátubarrini', har hann segði søgur frá lívsskeiðnum og hvussu tað hevur verið at missa flestu systkin sini, harav Nikolina doyði um summarið 2022. Eisini vórðu nøkur av kendastu løgunum spæld, sum 'Tey av Kamarinum' hava givið út. 'Mær leingist', 'Tá ið mánin fer yvir fjallið', og 'Mín fyrsta flamma' vóru trý teirra.
Henda net-útgávan av vitjanini hjá Eyðbirni av Kamarinum er væl drúgvari enn nýggjárssendingin, sum endaði í 1984. Sigast kann, at talan er um eina ferð í tónleiki og lívsroyndum frá miðskeiðis í fimtiárunum og upp til okkara dagar. Eyðbjørn er í góðum hýri at siga frá óvitaárum og umstøðunum hjá tónleikarum seint í fimtiárunum.
'Gott nýggjár í Plátubarrini' 31. desembur 2022