- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sniðgev plakat og vinn 5000 kr. í listatilfari

Sniðgev plakat og vinn 5000 kr. í listatilfari
Hevur tú eyga fyri sniðgeving og eitt gott hugskot? Norðurlandahúsið hevur útskrivað eina plakat-kapping at sniðgeva plakatina fyri árliga tiltakið Ung í Føroyum.
23.08.2013 - 00:15
Norðurlandahúsið skipar í hesum døgum fyri einari kapping at sniðgeva nýggju plakatina til Ung í Føroyum, sum er ein ungdómsmentanarstevna, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum á hvørjum ári. Vinningurin fyri bestu plakatina er 5000 kr. í listatilfari eftir egnum vali, og øll undir 24 ár kunnu vera við.
Freistin at senda inn til kappingina er 31. august, og plakatin skal vera í A4-stødd og teldutøk. Ymisk krøv eru til, hvør tekstur og logo skulu vera á. Meira um tað sæst her. Uppskot kunnu sendast til uif@nlh.fo, og "plakatkapping" skal viðmerkjast.
Ung í Føroyum verður í ár 15. til 17. novembur.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |