- Tíðindi, mentan og ítróttur
16 ára gomul genta ímillum tey tilnevndu til Nobel friðarheiðurslønina
Tá ið Nobel friðarheiðurslønin verður latin fríggjadagin, verður talan møguliga um eina søguliga hending. Millum tey tilnevndu er nevniliga 16 ára gamla Malala Yousafzai úr Pakistan, sum kann gerast yngsti vinnarin av Nobel friðarheiðurslønini nakrantíð.
Hóast Malala bert er 16 ár, hevur hon seinastu fimm árini stríðst fyri at betra um útbúgvingarmøguleikarnar í Pakistan, har 43 % av íbúgvunum í 2012 vóru mettir at vera analfabetar. Í summar helt hon eina røðu í ST, har hon heitti á felagsskapin um at arbeiða fyri útbúgvingarmøguleikunum hjá børnum um allan heimin. Í fjør mundi ein drápsroynd, sum Taliban-rørslan stóð aftanfyri, kostað henni lívið og fekk heimspressuna og nakrar av heimsins mest týðandi politikarum at venda eygunum ímóti Pakistan.
Malala er uppvaksin í býnum Mingora í Swat-økinum. Swat-økið hevur verið illa plágað av Taliban-rørsluni seinastu árini, sum m.a. í eitt tíðarskeið í 2009 bannaði gentum at ganga í skúla, sprongdi fleiri skúlar í luftina og sýndi líkini hjá teimum avrættaðu fram alment.
- Hvussu vágar Taliban sær at taka burtur míni grundleggjandi rættindini til útbúgving?, segði Malala 11 ára gomul í einari røðu, sum varð víst á lokalum sjónvarpsrásum og umrødd í lokalu miðlunum. Fáar mánaðir seinni byrjaði hon at blogga dulnevnt fyri BBC Urdu, har hon segði frá óhugnaliga gerandisdegnum í Mingora.
Eftir at eitt tíðinafólk frá New York Times í 2009 gjørdi ein dokumentar um hana, byrjaði hon alment á sjónvarpsrásum at tala fyri rættindunum hjá børnum til útbúgving. So hvørt, sum hon gjørdist meira viðurkend, gjørdust deyðshóttanirnar eisini fleiri, og í oktobur í fjør mundi tað kostað henni lívið, tá ið eitt umboð fyri Taliban skeyt hana í einum skúlabussi. Hetta tók kortini ikki dirvið frá henni, og hevur hon gjørt enn meira um seg, síðan hon kom fyri seg.
Hon er júst aktuell við ævisøguni "I am Malala", sum bretski journalisturin Christina Lamb hevur skrivað. Í miðlunum hevur Malala sagt, at hon ætlar sær at halda fram við at stríðast fyri humanismu og rættinum til útbúgving, og at mál hennara er at gerast forseti í Pakistan.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |