Röddin hesa vikuna

Röddin hesa vikuna
Hvat kundi tú lesa á Röddini hesa vikuna?
29.03.2015 - 02:15

Hesa vikuna kundi tú lesa ummæli av bókini Harðveðurs Hæddum, ið fyri stuttum er blivin umsett og útgivin av nýggjum. Les ummælið hjá Katrini Dahl Hanusson her.

 

 

Taggið "#FreeTheNipple" hevur verið nógv at sæð á Instagram og øðrum sosialum miðlum hesa vikuna. Átakið byrjaði í Íslandi, har kvinnur leggja myndir av sær sjálvum við berari bringu út á netið. 
 Hetta hava tær gjørt fyri at varpa ljós á dupultmoralin um, at kvinnuligu bróstini fyrst og fremst verða sædd sum ‘sexobjekt’, ið skulu forbjóðast á sosialum miðlum og í tí almenna.
 

 

25. mars var móðurmálsdagur. Les greinina "Móðurmálið - kennir tú søguna?" og fá skil á móðurmálsstríðnum.

 

 

Les eitt av mongu "Vís mær títt lestrarlív" greinunum, sum hava verið á Röddini hesa vikuna, her. Her kanst tú síggja myndir frá lestrarlívinum hjá Barbaru Í Billustovu, sum lesur í Keypmannahavn.

 

 

Röddin hevur tosað við tveir luttakarar í Paradise Hotel í samband við, at tey koma til Føroya. Les greinina her.

 

 

RöddinLive

Hesa ferð tosa vit millum annað við Lávus Kárason Djurhuus, sum herfyri er blivin stjóri og eigari í Tatanka. Eisini tosa vit við Monu Breckmann, sum hevur sína egnu fyritøku ístaðin fyri at fara undir vongin hjá onkrum øðrum. Lurta eftir sendingini her.

 

 

Myndarøð

Vit hava verið í Reinsarínum, har Skansabigbandið spældi, og tikið myndir. Tjekka myndirnar út her.

 

 

Góðan lesihug!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.