Lea Kampmann hevur givið trý sjónbandaløg út, sum Raclip hevur tikið upp. Tveir sangir komu út í mars og apríl, og í vikuni varð triði og seinasti sangurin lagdur út á netið. Ólavur Gaard og VInjar Egilsnes Petersen spæla við á øllum trimum løgunum.
Lea skrivaði sangin, Missing out, tá hon var til eitt vikulangt sangskrivaraskeið í Berlin veturin 2014. Har co-writaðu tey løg tvær ferð um dagin. Tað vil siga, tey skrivaðu tvey løg um dagin við tveimum nýggjum fólkum hvørja ferð.