Tónleikur

Zoolander 2

Nýggir jólatónar frá Danny & The Veetos

Danny & The Veetos er lutfalsliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum. Bólkurin bleiv stovnaður stutt áðrenn Sement kappingina í 2013, har teir eisini luttóku.

 

Ranchus í jólahýri

Nú vit eru komin inn í desember, hevur Ranchus valt at geva út nýggja jólalagið ”Yule”, ið er enska orðið fyri jól. (Ranchus heitir á øll um at ”googla” orðið!)

 

Sambært bólkinum snýr lagið seg um, at henda myrka tíðin á árinum bert er fyribils. Og tá ið jólaaftan so er, tá er stytsti dagur longu aftanfyri okkum, og er hetta tekin um, at teir ljósu dagarnir aftur eru ávegis.

 

Nýtt staklag eftir Jógvan Joensen

Skrivað hevur: Pætur Jákupsson

 

Seinastu tíðina hevur Jógvan Joensen, ið bleiv kendur fyri at luttaka í X-factor kappingini í Danmark, arbeitt við eini EP. Í morgin tann 4 desembur verður hon givin út á fløgu, og tann 5 verður hon útgivin digitalt. Lagið “Gloym Meg Ei” er útgivið í dag saman við tekstasjónabandinum, ið sæst niðanfyri. EP’in er framleidd av Høgna Lisberg.

Coldplay aftur á verðinstourne

Síggj fyrsta videolagið hjá Mahanna

Ann Chanett Danielsen og Søren Haugaard Pedersen, ið saman kalla seg Mahanna, hava útgivið sítt fyrsta videolag 'Hjarta Mítt Lær', har dentur verður lagdur á ymiskleika og kærleika.

 

Mahanna er ein lutfalsliga nýggjur bólkur á føroyska tónleikapallinum, og er tað serliga elektropopp, ið tey spæla. 'Hjarta Mítt Lær' er næsta lagið, ið bólkurin hevur givið út. Fyrsta lagið kallast 'Here We Come', og kanst tú lurta eftir tí her.

Myndarøð: Slørutar myndir av málmi

Eivør við nýggjum sjónbandalagi

Eivør hevur í ár givið út tvær fløgur. Tann fyrra fløgan, Room, kom út í vár. Seinna fløgan, Slør, kom út til heystar. Nú hevur Eivør latið úr hondum nýggja sjónbandalagið, Brotin, sum Dávur Djurhuus hevur framleitt. 

 

Lagið, Verð mín, sum eisini finst á nýggju útgávuni, liggur á netinum sum tekstsjónbandalag. Marjun S. Kjelnæs eigur orðini, og Máni M. Sigfússon hevur framleitt sjónbandið.

 

Beinleiðis úr Sirkus í studio

Síðst í august spældi Konni Kass eina konsert í Sirkus, sum var eitt slag av upphitan, áðrenn hon við bólki sínum fór í studio. 

 

Konni Kass vann í mai mánað tónleikakappingina Sement, har hon vann studiotíð í Studio Bloch. Konni hevur seinastu mánaðirnar verið í studio og spælt inn løgini, sum nú bert mangla smáar rættingar. Miksingin av fløguni byrjar í komandi árinum, og vit kunnu í 2016 vænta okkum eina fløgu frá Konni Kass.

 

Sí sjónbandið av Konni Kass beinleiðis í Sirkus omanfyri.

Down Syndrome bólkur hevur bergtikið Finnland

Síður