Tónleikur

Og vinnararnir gjørdust...

Benjamin við nýggjum sjónbandalagi

American Murder Ballads and their Stories eitur gamla drápsvísusavnið hjá Olive Burt. Gamlar, vakrar sagnir um morð og tað, ið til hoyrir. Millum teirra er søgan um kvinnuna Omie Wise, og hana hevur Benjamin gjørt lag til. 

 

Fyrr í tíðini var siður at skriva um brótsgerðir og morð, og millum tær kendastu er bókin hjá Olive Burt. Hon var eisini íblásturin til fløguna hjá Nick Cave, ið kallast "Murder Ballads". 

 

Fróði við nýggjum sjónbandalagi

Sangurin 'Tíðin lekir øll sár' hevur nøkur ár á baki. Men nú hevur Fróði innspælt sangin umaftur og framleitt eitt sjónbandalag saman við góðum listafólki.

 

Bárður Dal Christiansen hevur framleitt sjónbandið, SAKARIS hevur miksað, framleitt og spælt ljóðføri, Guðrið Hansdóttir syngur vokalir, og Fred Ruddick hevur mastrað. Fróði spælir sjálvur gittar og syngur. 

 

Heimskendur reggae bólkur til Føroya

Playlistin: Estland

Listafólkið: Dan Helgi í Gong

Myndarøð: TalGILDIÐ

Greta Svabo Bech við nýggjum lagi

Sangurin eitur 'My Body is a Cage' og er upprunaliga skrivaður av bólkinum Arcade Fire í 2007. Greta er ikki tann fyrsta at endurútgeva lagið, sum eisini varð útgivið av Peter Gabriel í 2010.

 

Greta hevur sett ein friðarligan dám á sína útgávu og gav hann út við einum sjónbandalagi fyrsta dagin á árinum.

Steso við nýggjum sjónbandalagi

Hergeir Staksberg er høvuðspersónurin í bólkinum, og í hesum lagnum hevur hann fleiri góðar tónleikarar aftrat sær so sum Rólant av Reyni, Rebekku Petersen, Líggjas Olsen, Jenný Kragesteen og Eyðun Müller Thomsen. 

 

Les eisini: Steso og Fróði í yrkiskanónini

Medley blandar seg upp í jólatónleikin

Síður