Tónleikur

Guðrið Hansdóttir við nýggjum lagi

Byrta, ið Janus Rasmussen og Guðrið Hansdóttir manna, hevur seinastu tíðina við sínum elektrotónleiki fingið fólk at ressast og skrúva for frá, tá ið kendu løgini eru í umferð í útvarpinum. Hóast tónleikurin hjá Byrta hevur birt mong føroysk hjørtu, so er Guðrið aftur farin at upptraðka sum solistur. Í september hevur hon, saman við Bartali Augustinussen, verið á konsertferð í Russlandi, har hon hevur spælt 14 konsertir. Heimafturkomin gevur hon føroyingunum ein nýggjan sang sum tinganest. 

Steso og Fróði í yrkiskanónini

Stórur útgávudagur við Døgg Nónsgjógv

G! kvøld í Keypmannahavn

Hoyr nýggja staklagið hjá Steso

Málmsstjórnin søkir eldsálir

The Mirror Men geva fyrsta staklagið út

Her er nýggi James Bond sangurin

"Alt hevur gingið skjótt og væl" - Dan Olsen

Lady Gaga varpar út sjónbandalag, ið vísir neyðtøku

Lady Gaga hevur givið út ein nýggjan sang og sjónbandalag, sum skal varpa ljós á og stuðla neyðtøkuoffrum. 

 

Sangurin eitur ,,Til It Happens To You" og er gjørdur til filmin "The Hunting Ground". "

 

Sjónbandalagið vísir tríggjar ógvusligar neyðtøkur, ið eru gjørdar í einum beinleiðis og ráum tóna, og er avgjørt ikki fyri sartar sálir. Tað er heldur ikki meiningin. Hetta skrivar Mx.dk á heimasíðu teirra. 

 

Síður