- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
Fúlir gubbar á Gentuvesinum
12-10-2022
P58
Hvat ger man, tá ein í familjuni altíð tekur myndir av fólki, uttan at tey vita tað? Og skal man fortelja einum dreingi, at man ivast í, um man hevur fríggjað við honum?
Guess who's back? Tað eru tær báðar stjørnurnar, gubbarnir, fótbóltsentusiasturin og tónleikarin; Tróndur Vatnhamar og Finnur Koba!
Tit hava ynskt, vit hava leverað, og í sendingini hesaferð fara teir báðir at svara uppá tykkara tvístøður og spurningar. Teir koma inn á alt millum himmal og jørð, og fáa eisini persónligar viðmerkingar at taka støðu til, tá SMS-skipanin brádliga var á gosi.
Hevur tú ein gráan dag, kann láturin frá Studio 4 heilt víst redda tær dagin, í øllum førum eitt sindur!
Gentuvesið
Gentuvesið er staðið, har vit venda lívsins ivamálum, verða klókari og hava tað stuttligt.
Vit rópa "hurra" og hátíðarhalda, at hetta er partur nummar 100
09-08-2024
Vit eru aftur og klárar at tosa um "flirting", ótrúskap og nógv annað
02-08-2024
Við nýggja árinum fylgja nýggjar vónir og nýggjar ætlanir, eitt nú mál um at venja meira
09-01-2024
Tað er fyrsti týsdagur í 2024 og Gentuvesið hevur verið og heilsað uppá í tykkara útvørpum.
07-01-2024
Ein steðgur hevur verið, men nú eru vit aftur við eini veiting av nýggjum, frískum tvístøðum, til tykkara svongu oyru!
01-09-2023
Gentuvesið hevur gjøgnum útvarpið beinleiðis vitjað tykkara stovur, bilar, skipskantinur og alt møguligt annað hvønn mikudag í langa tíð - men hvat sker nú?
28-06-2023
Skal mann fara frá damuni, sum mann hevur verið saman við í fimm ár, tí mann hevur møtt einari, sum er dreymakvinnan? Og fer man til leiðsluna, tá ið ein lærari er keðiligur?
21-06-2023
Kanst tú siga, at tínar vinkonur ikki sleppa at taka dreingir heim við til tykkara stað, tá ið tit fara at ferðast í summar? Og eru dreingir so villingarsamir, sum ein heldur?
14-06-2023
Skal ein dama vita, hvørjum sjeikurin hevur verið í song við? Hvat ger mann, tá ið ein altíð viðmerkir, hvat mann hevur í matpakkanum? Og yvirtulka vit "likes"?
09-06-2023
Skal ein maður siga við damuna, at honum dámar væl at brúka blæu? Og hvat halda vit um "hot girl summer" og kettur?
31-05-2023
Fært tú eisini moralskar, tá ið tú hevur verið í býnum? Spyr man eina eksdamu, hvat hon er í holtur við, tá ið hon tosar niðrandi um ein? Og kann man taka "YOLO" ov langt?
24-05-2023