- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
Hesa ferð er ein tvístøða við, sum vit ongantíð hava hoyrt um fyrr. Onkuntíð prógvar Gentuvesið, at menniskju kunnu enda í teimum løgnastu støðunum.
Men, tá ið tað verður løgið og trupult, so er gott við gestum!
Dania O. Tausen, tónlistakvinna og yrkjari, Torleik Mortensen, tónleikari og tónleikalærari, og Sunneva Háberg Eysturstein, eru gestavertir.
Lagið er gott og tvístøðurnar eru mangar í talið; men, hvat skal ein gera, sum dámar eina "hard to get" gentu? Hevur aldur nakað at siga, tá ið ein er forelskað? Skal man lurta eftir pápanum, tá ið hann ikki dámar sjeikin, sum er seks ár eldri? Hvat skal man gera, um man hevur fingið eina bót, sum man ikki eigur nakað í? Og skal man siga nakað við sítt "one night stand", tá ið man er blivin við barn, og fer at taka eina fosturtøku?