- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gentuvesið
Ein steðgur verður á Gentuvesinum.
Hesin parturin var hin seinasti, ið varð sendur beinleiðis í útvarpinum, fyri nú.
Men tað forðaði ikki lagnum í at vera í hásæti, og ljóðinum av látri og fnisan, at ferðast út um dyrnar í Studio 4 hendan dagin.
Hesa ferð vóru tað bert tær báðar vertinnurnar, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard, ið mannaðu studio. Tær prátaðu um støðuna við Gentuvesinum, minni og upplivingar - og so loystu tær sjálvandi nakrar tvístøður eisini, tí uttan tvístøður var hetta ikki Gentuvesið!
Glaðar, stoltar og sorgblíðar hava tær báðar lagt seinasta beinleiðis partin aftur um bak, og fara tær nú á nýggj ævintýr, uttanfyri Gentuvesið - tó verða nakrir nýggir partar lagdir út á Biit.fo, Spotify og restina av stroymingarheimasíðunum, av og á, so heilt burturi úr stovunum hjá tykkum verða tær báðar, við sínum gestavertum og tvístøðum, ikki enn. Hetta er eitt ''vit hoyrast'' fram um eitt ''farvæl''.