- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gestastovan
Tað kom dátt við, tá henda samgongan tók burtur stuðulin til Víkingaskipið í Hovi, sum var játtaður frammanundan. Men Júst Johannesen er kortini ikki fallin í fátt.
Abbin var bátabyggjari, sjálvur er hann timburmaður, men hann hevur í hyggju eisini at læra seg timburskipa-smíð. Og møguleikan fær hann, tí hann er verkætlanarleiðari í stóru víkingaskips-ætlanini í Hovi, har norska Gokstadskipið frá ár 890 verður endurmyndað í føroyskum timbur-hondum. Júst Johannesen hevur eitt stórt tal av áhugum, og framfýsnið er stórt. Har hendir nakað, tá Júst av Tvøroyri setur sær tað fyri.
Honum dámdi væl sjómannalívið, tó lívið lagaði seg soleiðis, at hann við hamara í hendi býtti høgu aldurnar út við høg hús. Í dag kenna vit best Júst Johannesen sum undangongumann, harav føroyska útgávan av Gokstadskipinum kannn vera ein lívsætlan. Í víkingatíð ráddi Hovgrímur í Hovi í fleiri oyggjum og heimstaður hjá víkingskipinum verður eisini Hov. Okkara gestur ætlar at fáa sær annað eftirnavn, og unnustan sigst vilja tað sama, men av eini aðrari grund enn hansara, ja, áhugavert er og tað er bara at lurta.
Gestastovan 6. september 2021 (tann seinasta av tíggju summar-prátsendingum 2021).