Hesaferð eru reportasjur frá trimum venjingum í Havnini - ein jólaleikur á Tjóðpallinum, ein punk-venjing í Margarafabrikkini og Tarira í Finsen
Fyrsta innslag er prát við Hans Tórgarð, sum leikstjórnar klassikaran Eitt Jólaævintýr, sum verður frumsýnt um vikuskiftið.
Annað innslag er prát við Joe & The Shitboys, sum venja í legendariska Lítla Rúminum í Margarinfabrikkini.
Triðja innslag er prát við Knút Háberg Eysturstein, sum er farin inn í auluna í Finsen at lurta eftir Tariru, sum venur til Regin Dahl-konsertina leygardagin.