Vágskálin

Vágskálin: Naknir sannleikar og óunnilig veitsla
18-10-2023
Sjónleikirnir "Lortið" eftir Cristian Ceresoli og "Føðingardagsveitslan" eftir Harold Pinter verða ummældir í sendingini hesaferð

Sjónleikirnir "Lortið" eftir Cristian Ceresoli og "Føðingardagsveitslan" eftir Harold Pinter verða ummældir í sendingini hesaferð

"Lortið" er einrøðuleikur, sum Durita Dahl Andreassen spældi nakin í Norðurlandahúsinum, og sum Marita Dalsgaard leikstjórnaði og týddi.

Gulla Øregaard, Gunnvá Zachariassen og Kinna Poulsen ummæla leikin, og tveir menn siga eisini sína hugsan.

"Føðingardagsveitslan" er sjónleikur eftir Harold Pinter, sum hevur verið sýndur á Tjóðpallinum. Guðjón Pedersen leikstjórnaði, og Hans Tórgarð týddi.

Tey, sum spæla, eru Hans Tórgarð, Hjálmar Dam, Páll Danielsen, Erling Eysturoy, Kristina Sundar Hansen og Esther á Fjallinum.

Fimm áskoðarar og ein ummælari, Gulla Øregaard, sína hugsan um leikin, sum allatíðina er stuttligur og samstundis ikki sørt høpisleysur.

Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Tveir ummælarar eru við hvørja ferð, og í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni, og brot verða spæld úr tí, sum ummælt verður. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
Sjónleikurin "Løstir" varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, og vit hyggja nærri at honum
29-05-2024
Yrkingasøvnini "Eg hvessi mær knívin, eg komi heim" eftir Nansý Sunadóttir" og "Vit skulu upp og avstað" eftir Heðin M. Klein eru til viðgerðar.
22-05-2024
Bókin "Rasmus á Háskúlanum" hjá Guðruni Gaard verður løgd á vágskálina hesaferð
15-05-2024
Á fyrsta sinni verða røður ummæltar í sendingini, og talan er um tríggjar flaggrøður og eina 1. mai dags røðu
08-05-2024
Fyrst í apríl settu almennu Føroyar sjøtul á stórt mentanarligt framtak í New York
01-05-2024
Á vágskálini hesaferð er stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen
17-04-2024
Á vágskálina hesaferð leggja vit til skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur" hjá Katrini Ottarsdóttir
10-04-2024
Vágskálin hesaferð snýr seg um móðurmálið, V. U. Hammershaimb og stavseting
03-04-2024
Ævisøgan um Robert McBirnie eftir Hilmar Jan Hansen verður vigað á vágskálini
27-03-2024
Frásagnarmedisin snýr seg um, at heilsustarvsfólk við at læra at greina bókmentir betur kunnu skilja sjúklingarnar.
20-03-2024
Skaldsøgan "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy verður viðgjørd í sendingini
13-03-2024
Bárður Jákupsson og Tróndur Patursson eru gestir í sendingini hesaferð
06-03-2024