Eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum
Gethin Wyn Roberts er hydrografur og dátuserfrøðingur á Land- og sjókort-deildini á Umhvørvisstovuni. Hann er eisini professari á Deplinum fyri staðsetingarfrøði á Fróðskaparsetrinum.
Gethyn Roberts hevur serliga granskað í eftirliti við verkfrøði og máting av avskapan.
Framløgan hjá Gethin Roberts snýr seg um eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.