Vísindavøka '23 - Jari í Hjøllum, Fróðskaparsetrið
22-09-2023
Havmyndil fyri bæði ytri og innaru leiðirnar
Jari í Hjøllum er alisfrøðingur og starvast sum granskari, lektari og útbúgvingarleiðari í verkfrøði á Náttúrúvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Jari í Hjøllum arbeiðir saman við Knud Simonsen, havfrøðingi á Náttúruvísindadeildini, við at menna nýggjar havmyndlar fyri rákið heilt frá opnum havi og inn í havnaløgini.
Framløgan hjá Jari í Hjøllum og Knud Simonsen snýr seg um nýggja havmyndilin fyri ytru og innaru leiðirnar.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.