Vísindavøka '23 - Ása Maria Olsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan & DTU
22-09-2023
Søguligar dátur geva nýggja vitan um virusið handan hjartaklovning í alilaksi
Ása Maria Olsen hevur Master í akvatiskum vísindum og tøkni við sergrein í aling frá Danmarks Tekniske Universitet.
Í Master útbúgvingini hevur hon serliga lagt dent á heilsu og vælferð hjá fiski.
Framløgan hjá Ásu Mariu Olsen tekur støði í master-ritgerð hennara, har hon hevur kannað søguligar dátur, ið geva nýggja vitan um virusið handna hjartaklovning í alilaksi.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.