Vísindavøka '23 - Noomi Reinert í Dali, Fróðskaparsetrið
22-09-2023
Føroysk bond, til nyttu og prýðis í klædnamentanini
Noomi í Dali er tekstildesignari og hevur Master í Vaksinútbúgving og Lív-langari læring og Kandidat í Didaktik Materiel Kultur. Hon er námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og undirvísir í handarbeiði og kreativari námsfrøði.
Noomi í Dali granskar í klædnamentan og klædnafrøði við serligum denti á siðbundna tøkni og á framleiðslu, nýtslu, endurnýtslu og burturbeining av klædnatilfari.
Framløgan hjá Noomi í Dali snýr seg um siðbundnu bondini, sum hoyra til føroysku mentanina og verða nýtt í sambandi við tjóðbúnan.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.