Vísindavøka '23 - Elisabeth S. Olsen, Fróðskaparsetrið
22-09-2023
Hvussu tryggja vit øllum í Føroyum fisk til matna?
Elisabeth Skarðhamar Olsen er samfelagsfrøðingur og ph.d. lesandi í humangeografi við Lancaster University í Bretlandi og gestagranskari á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Elisabeth Skarðhamar Olsen granskar serliga í at basa sosialum ójavna og órættvísi umframt at loysa samfelagsligar avbjóðingar, ið knýta seg at altjóða umhvørvis- og veðurlagskreppuni. Í ph.d. verkætlan síni granskar hon í matpolitiskum hugsjónum, umhvørvisrættvísi og burðardyggum búskaparrelatiónum í Føroyum og í vesturafrikanska smáoyggjasamfelagnum São Tomé ogPríncipe.
Í framløguni hugleiðir hon um, hvussu vit kunnu tryggja øllum íbúgvum í Føroyum fisk til matna.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.