Vísindavøka - Fyrilestrar

Vísindavøka '23 - Magni Mohr, Fróðskaparsetrið
24-10-2023
“Superagers”: Føroysk (kvinnu)aldursgransking í BBC-heimildarrøð

Magni Mohr hevur ph.d. í human fysiologi. Hann er professsari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og prorektari fyri gransking á Fróðskaparsetrinum.

Magni Mohr granskar í grundleggjandi arbeiðsfysiologi, kropsligum avrikum og heilsu, venjing sum heilivági, møði í intensum arbeiði, vøddafysiologi, liðítrótti, fólkaheilsu og trivnaði.

Framløgan hjá Magna Mohr snýr seg um lívfrøðiliga aldring við støði í kanning av føroyskum kvinnum, sum er løgd fram í BBC-sendingini “Secrets of the Superagers”.

Henda sending er ikki tøk á heimsíðuni..

Vanliga eru tvær orsøkir til at ein sending ikki er tøk:

  • Sendingin er ikki frígivin enn.
    Hetta merkir vanliga at sendingin er ávegis..
    Royn aftur um eina løtu. Vanligt er, at sendingar ikki eru tøkar á netinum fyrr enn sendingin verður send í sjónvarpinum.
  • Sendingin er tikin av heimasíðuni
    Sendingar eru vanliga bert tøkar í eitt ávíst tíðarbil.
    Tað er ymiskt hvussu longi sendingar eru tøkar - sendingar, ið KvF ikki sjálvt hevur framleitt eru bert tøkar í styttri tíðarbil.

Vísindavøka - Fyrilestrar

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.

Koranir, bíbliur og ælabogar: Stríðið um talufrælsið í altjóða politikki
12-12-2023
GPS og dronu yvirvøka avdúka loyndarmálini hjá havhesti í Føroyum
05-12-2023
FarGen – fyrstu úrslitini
28-11-2023
El Niño og føroyskt havklima
21-11-2023
Eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum
14-11-2023
Samlaða talið av avlúsingum er lítið tengt at lúsamarkvirðinum
07-11-2023
Kortlegging av økjum við ódligum rák-aldu-samspæli kring Føroyar
31-10-2023
- Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, Ílegusavnið
21-03-2023
- Hans Andrias Sølvará, Fróðskaparsetur Føroya
14-03-2023
- Marnar Fríðheim Kristiansen, Landsjúkrahúsið
07-03-2023
- Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi
28-02-2023
FAMEOS - Eygleiðingarskipan við tíðarrøðum fyri lívfrøðiliga margfeldið og vistskipanina á Landgrunninum
21-02-2023