Vísindavøka '23 - Heini í Skorini, Fróðskaparsetrið
22-09-2023
Koranir, bíbliur og ælabogar: Stríðið um talufrælsið í altjóða politikki
Heini í Skorini hevur Master í religiónsvísindum og ph.d. í altjóða politikki frá King’s College í London. Hann starvast sum lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum.
Heini i Skorini granskar í religión, altjóða politikki, talufrælsi og mannarættindum.
Framløgan hjá Heina í Skorini snýr seg um samanbrestin millum religión og talufrælsið í altjóða politikki.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.