Noomi Oddmarsdóttir Gregersen er verkætlanarleiðari fyri FarGen. Hon hevur ph.d. í mýlskari lívfrøði frá Aarhus Universiteti.
Noomi Oddmarsdóttir Gregersen fer í framløguni at greiða frá FarGen 2 verkætlanini, sum savnar inn tilfar og fær kanningar í lag, ið skulu menna persónlagað medisin í Føroyum. Í framløguni verður dentur serliga lagdur á fyrstu úrslitini frá biokemisku kanningunum.
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.