- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grind
Fyri gott og væl tveimum síðani varð boðað frá grind vestanfyri. Ein bátur úr Sørvági fann grindina.
Meðan grindin, sum legði beinini í gjárkvøldið verður skorin upp í Miðvági, eru enn eina grindaboð komin - hesa ferð í Sørvági.
Tey, sum vóru í grind í Havn í gjár, fingu 0,2 skinn í part. Grindin, sum varð býtt í drápspartar, var 51 hval, sum tilsaman vóru 343,5 skinn.
Fyri lítlari løtu síðani legði ein grind beinini í Sandágerði. Finnbogi Midjord, sýslumaður, metir grindina vera 50 hval.
Av politistøðini verður sagt, at grindin er uttanfyri Glyvursnes, og ætlandi verður hon hildin til í Sandágerði.