Tíðindi & Aktuelt

Kravið hjá løgtinginum um næstan 17 milliónir krónur í avlopi, sama hvør umsetningurin er, er ein tungur kleppur at dragast við hjá Rúsuni.

Hóast Føroyar fyri 19 árum síðani bundu seg til at virða 41 rættindi hjá børnum, halda Føroyar ikki barnarættindasáttmálan.

Aftur í dag leita løgreglufólk við servandum hundum í Neshaganum við Toftir.

Ísrael gevur Iran og Hisbollah-felagsskapinnum skyldina fyri bumbuatsóknina í Bulgaria í gjár, har fleiri ísraelar lótu lív.

Arbeiðið at grava út fyri 50 metra svimjihylinum í Vági er nú byrjað.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, hevur sett Rannvá Ragnarsdóttir í starv sum stjóra á Brúkaraumboðnum.

Fyri triðu ferð í níggju mánaðir steðga russar og kinverjar einari Sýrialands-samtykt við at nýta sýtingarrætin - sum fastir limir í Trygdarráðnum.

Í næstu viku fer Føroya rættur at avgera, um ídnaðarskipið Slættaberg úr Klaksvík skal missa fiskiloyvið í fýra vikur.

Íløgufelagið, VEKS, dugdi ikki nóg væl at gera vart við seg og tær nógvu milliónirnar, felagið hevði tøkar at lata íverksetarum, heldur Rani Nolsøe.

Arbeiðið at gera nýggjan tyrlupall á Kyrkju er nú liðugt. Kostnaðurin liggur um tríggjar milliónir krónur.

Síður