Tíðindi & Aktuelt

Kanningararbeiðið, sum løgreglufólk hava gjørt í Neshaganum við Toftir í tveir dagar, hevur eftir øllum at døma ikki givið nakað úrslit.

Eftir ólavsøku verður farið undir at umvæla Biskupsgarð - bæði bústaðin og skrivstovuna hjá Føroya Stiftsstjórn, skrivar Fólkakirkjan.

Reportasja frá makreltúri, G! og Trøllkonufingri verða millum evnini í sendingini "Fríggjakvøld" í kvøld.

Fiskimálaráðið hevur nú sent pørtunum í málinum um festið í Fámara skjølini í málinum og vil hava møguligar viðmerkingar frá teimum.

Í minsta lagi 14 fólk lótu lív og út við 50 vórðu særd, tá ein maður fór at skjóa frá hond undir eini filmsyning í Aurora í Colorado.

Ringa veðrið í Vágum hevur við sær ólag á flogferðsluni til og úr Føroyum.

Av tí at Veronica Maggio ikki lendi í kvøld, eru fleiri tillagingar í skránni hjá G! Festivalinum.

Nógv færri sálarfrøðingar eru í Føroyum enn í londunum kring okkum, og tað ætlar felagið Føroyskir Sálarfrøðingar at gera nakað við.

Russland og Kina royna at halda aftur við tiltøkunum móti Sýrialandi, meðan ES roynir at leggja meira trýst á stjórnina hjá Assad í Damaskus.

Hópdrápið í einum biografi í statinum Colorado fyrrakvøldið, hevur aftur reist orðaskifti um liberalu, amerikansku vápnalógina.

Síður