Gentuvesið hevur yvir 10.000 spælingar á Spotify

Um KVFBloggur
Gentuvesið hevur yvir 10.000 spælingar á Spotify
Hetta fegnast vit nógv um, tí tað er avbjóðandi at framleiða føroyskt tilfar, sum fangar ungdómin
 
02-11-2021

Poddurin Gentuvesið, sum er ein av fleiri sendingum á ungdómssíðuni Biit, hevur havt yvir 10.000 spælingar á Spotify. Hetta fegnast vit nógv um, tí tað er avbjóðandi at framleiða føroyskt tilfar, sum fangar ungdómin.

Biit er eitt felags forum fyri føroyskan ungdóm, har til ber at finna originalt og gott tilfar um eitt ættarlið, sum annars ikki er til staðar í miðlamyndini. Tilfarið, sum stendur av poddvarpum, videotilfari, grafiskum tilfari og greinum, skal upplýsa, undirhalda og eggja til kjak. Biit verður rikið av 15 ungdómum millum 15 og 25 ár, sum koma úr øllum Føroyum, og tey framleiða alt tilfarið, sum er at finna á miðlinum.

Upprunaliga er Gentuvesið framleitt til at liggja á Biit.fo, tí tað er fyrst og fremst á talgildu pallunum, at ungdómurin ferðast. Men fyrr í ár gjørdu vit av, at Gentuvesið eisini átti at verið sent í útvarpinum. Útbreiðslan verður nógv størri, og sendingarnar hava longu skapt kjak á fleiri hermótum. Vertirnir á Gentuvesinum eru Annika Dalsgaard og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.

Takk, Gentuvesið, fyri at vit hava fingið innlit í tykkara heim.

Barbara Samuelsen er leiðari á deildini Mentan. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847

Um kvf css