Krákulávint
Kuldakrákan er flutt inn í Kringvarpið, og hevur lagt sín alsk á VIT heimasíðuna. Vilt tú vita meira, ella hevur tú hug til at spæla við ella lita við Kuldakrákuni, so ver vælkomin!

Hey tit!

Eg lá og snorkaði á heimasíðuni VIT, so deiliga væl ballað í fjálga Krákureiðrinum, tá eg hoyrdi okkurt. Tað vóru tey á kontórinum hjá mær, sum prátaðu um at sláa tunnu og okkurt, sum eitur føstulávint. Puff, so var eg klárvakin!

Jonna ætlar at verða ein indiánari, og tvær, sum eita Elin, vera siamesiskir tvíburðar (tað eru tvíburðar, sum eru fastir hvør í øðrum), og tí skulu tær í eina stóra troyggju og bara hava ein arm úti hvør. Páll ætlar at vera kovboy, so kann hann skjóta eftir Jonnu.

’Hatta ljóðar stuttligt’, hugsaði eg. ’Eg vil eisini sleppa við!’

Eg fleyg mær ein túr út til Knút, sum var farin út.

”Tú Knút” segði eg. ”Hvat fert tú at vera á føstulávint?”

Knút segði, at um eg ikki fór at flenna, so skuldi hann siga mær tað.

”Flenna” segði eg, ”hví skuldi eg flent?”

Knút slóð eftir mær við halanum.

”Góði fitti Knút, kanst tú siga mær tað? Eg havi ongantíð roynt hetta áður, og vil so fegin vera okkurt kul. Tú veitst, kalt á enskum. Tí eg eri Kul-da-krákan”

Tá segði Knút, at hann altíð hevði ynskt at verið ein prinsessa.

”Jamen, segði eg, einki ross hevur so vakurt faks, sum tú, so tað fer at rigga sera væl”

Men Knút átti onga krúnu, so tað fiksaði eg skjótt! Eg fleyg heim aftur í Krákureiðrið og fann eina prinsessukrúnu, sum eg hevði ”lánt” frá einari gentu, sum ein dagin var og vitjaði í Kringvarpinum.

Áh, sum Knút var ein vøkur prinsessa! Og hann bleiv so glaður, at hann fann upp á okkurt kul til mín at vera…

Gita hvat… nei…. Nei…. Nei… Ok, so sigi eg tað: Eitt kul-da- skáp! VIT brúktu eina pappeskju, tómar mjólkapakkar, pylsupakkar, lím, máling osfr. og hygg hvussu fín eg bleiv!

Hey, kunnu tit senda mær myndir av tykkum á føstulávint, so VIT kunnu síggja hvussu fín tit eru? Hepnasta grýlan vinnur ein biograftúr fyri tvey.

Kh

Kuldakrákan