- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støkk steypavinnari hjá pinkum og HF hjá smágentum
Støkk steypavinnari hjá pinkum og HF hjá smágentum
Í dag er seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttahøllini í Runavík. Í fyrru helvt hava yngri liðini kappast, og steypavinnarir funnir
Mynd: Fimleikafelagið Støkk
11.03.2018 - 15:09
Steypavinnararnir eru nú funnir hjá pinkum og smágentum í estetiskum fimleiki.
Hjá pinkum gjørdist Svalan, Støkk vinnari av seinnu kappingini. Svalan vann eisini fyrru steypakappingina, og harvið er liðið steypavinnari.
Úrslitini hjá pinkunum eru hesi:
Hjá smágentum vann Viólin, Støkk seinnu steypakappingina. Fenja hjá Havnar Fimleikafelag vann fyrru steypakappingina, og tá stigini vórðu løgd saman, gjørdist tað eisini greitt, at Fenja varð steypavinnari.
Úrslitini hjá smágentum eru hesi:
Kl. 15.30 byrjar steypakappingin aftur, og tá eru tað gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, sum skulu kappast.
Kringvarpið stroymir kappingina beinleiðis, og tú kanst hyggja við her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV