Stórur útgávudagur við Døgg Nónsgjógv

Stórur útgávudagur við Døgg Nónsgjógv
- Hetta er ein útgáva, sum eg havi gjørt til pápa mín
09.10.2015 - 09:15

Í dag er stórur dagur fyri ungu Døgg Nónsgjógv. Tað er nemliga í dag, hennara fyrsta útgáva kemur út. 

 

Tá Døgg Nónsgjógv byrjaði at framføra egin løg, var hon bert 17 ára gomul, og nú góð tvey ár seinni stendur hon klár við síni fyrstu útgávu, sum kallast "Nón".

 

"Hetta er ein útgáva, sum eg havi gjørt til pápa mín," fortelur 19 ára gamla Døgg, sum misti pápa sín, tá hon var átta ára gomul. Á fløguni eru bæði glað løg og still løg við meira djúpum tekstum. 

 

Við á fløguni hevur Døgg fleiri av Føroya bestu tónleikarum, tey eru Drós Reinert Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Allan Tausen, Jens L. Thomsen og Marius Ziska. Fløgan er upptikin og ljóðblandað av Jens L. Thomsen í Støkumørk og mastrað av Matt Colton á Alchemy Mastering í London.

 

 

Vilt tú sleppa at hoyra Døgg framføra nýggju løgini, so hevur tú møgugleikan tvær ferðir í dag. Les meira niðanfyri.

 

Tutl - kl. 16.30

Døgg og Allan Tausen framføra nøkur løg í Tutl handlinum.

 

Reinsaríið - kl. 21.00

Døgg framførir við fullum bólki. Við sær hevur hon Per I. Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Allan Tausen, Drós Reinert Joensen og Sakaris Joensen.

Eisini ber til at ogna sær fløguna her. 

 

Vit ynskja Døgg hjartaliga til lukku við útgávuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.