Soleiðis skulu tit sita, tá hugt verður at filmi

Soleiðis skulu tit sita, tá hugt verður at filmi
Ivast tú í, um tú skalt halda um hana ella ikki, tá tit hyggja at sjónvarpi eitt fríggjakvøld? Les vegleiðingina niðanfyri, sum vísir á, hvat hvør støða merkir
02.02.2016 - 08:45

Missionerstøðan

Hetta er missionerstøðan, tá hugt verður at filmi. At leggja armin um hana er eitt krav – so er tað lættari at koma við snildum triksum seinni.

 

 

Smoygg-tær-inn-at-mær-5000 pakkin

Hetta er ein meir intim støða. Hald um hana og legg tað eina beinið um hennara, so følir hon seg trygga og elskaða. Hetta er tann ultimativa støðan til ein romantiskan film.

 

 

Kingda Ka-støðan

Hetta er ein eitt sindur øðrvísi støða, ið riggar til fleiri støg av filmum. Uttan iva kann hon gerast romantisk, um tit hyggja at einum kærleiksfilmi. Íblásturin til hesa støðu er frá Kingda Ka, ið er stóri rusjibanin í New Jersey – so møguliga er ein spenningsfilmur upplagdur til høvið?

 

 

Bibbu-mýkjarin

Hetta er støðan til teirra, sum eru trygg í samveruni hjá hvørjum øðrum. Tey eru avslappað og kenna hvønn annan væl.

Her kann einki enda galið, og tú fært víst henni, hvat hendur tínar duga.

 

 

Menniskja-koddin

Nú kenna tit hvønn annan væl. Tit eru komin yvir ta romantisku ‘korrektheitina’, og nú tekur gentan ræðið. Tó er hendan støðan intim, og hon hevur alskyns møguleikar.

 

 

Kringlan

Henda støðan er stuttlig, men samstundis intim og kerlig. Tit kenna hvønn annan væl, og tit duga at stuttleika tykkum saman. Henda støðan kann leggja upp til bæði eitt og annað – verið skapandi.

 

 

Kelda: Mtv.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.