Nú kanst tú hyggja eftir Netflix uttan internet

Nú kanst tú hyggja eftir Netflix uttan internet
Les her hvussu tú gert
01.12.2016 - 15:45

Frá í gjár av kanst tú endiliga hyggja at Netflix umborð á flogfari, í bussinum, ja, allastaðni har tú ikki hevur internet.

 

Netflix hevur nemliga fingið sær eina "offline" funku, ið loyvir tær at taka sjónvarpsrøðir og filmar niður soleiðis, at tú kanst hyggja at tí seinni. Tó er tað ikki alt innihaldið á stroymingartænastuni, ið er tøkt, men tey lova at leggja fleiri sjónvarpsrøðir og filmar afturat seinni. Sum nú er kanst tú millum annað síggja Orange is The New Black, Stranger Things og Narcos.

 

Soleiðis gert tú:

Fyri at funkan skal virka, verður tú noydd/ur at dagføra Netflix appina á telefonini/teldlinum.

 

Tá tú so opnar appina, koma hesi boðini fram:

 

 

Trýstir tú á "find noget at downloade/finn okkurt at taka niður", kanst tú leita eftir filmunum og sjónvarpsrøðunum, ið eru tøkar at taka niður:

 

 

Fyri at taka niður trýstir tú á knøttin (píl niður), ið er til høgru av partinum:

 

 

 

Keldur: Netflix.com og mx.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.