Hvør er besta venjingarmiðstøðin í Havn?

Hvør er besta venjingarmiðstøðin í Havn?
Eftir at hava ummælt tær fýra venjingarmiðstøðirnar í Havn, so er tíðin komin til at finna mín persónliga vinnara.
19.02.2018 - 19:48

Eins og í ummælunum fyri tær einstaku venjingarmiðstøðirnar, so fari eg at deila metingina upp í ymiskar bólkar. Til tykkum, sum ikki tíma at lesa øll ummælini, so er ein styttri samanbering her.

 

 

Upplatingartíðir:

 

 

Allar venjingarmiðstøðirnar eru nokkso líkar, hyggja vit at upplatingartíðunum vanligar arbeiðsdagar. Tá hava tær vanliga opið frá umleið klokkan 06:00 til einaferð um 20:00-22:00 tíðina. Í vikuskiftinum hava tær styttri opið. Vælveru Fitness og Yndi Fitness hava opið frá klokkan 08:00-09:00 tíðina til 18:00. Harafturímóti hava Burn Fitness og Faroe Fitness eitt sindur seinnri opið, til klokkan 20:00.

 

Út frá hesum, fari eg at seta Burn Fitness sum vinnaran, tá tað kemur til upplatingartíðir.

 

 

 

Vektir og maskinur:

 

 

Hóast venjingarmiðstøðirnar ikki allar hava tær somu maskinurnar, so eru allar tær vanligastu maskinurnar at velja ímillum. Allar venjingarmiðstøðirnar hava eisini frívektir. Rennibond, kondisúkklur og rógvimaskinur hava allar venjingarmiðstøðirnar eisini. Tó eru ikki heilt líka nógvar av hesum tøkar alla staðni. Sum dømi eru heilt fá rennibond í Faroe Fitness.

 

 

Eg fari at velja Yndi Fitness sum vinnaran á hesum økinum.

 

 

Hølini:

 

 

Hølini hjá venjingarmiðstøðunum eru øll ljós, nýmótans og sum heild eru tey øll flott. Tó er munur á hvussu stór og rúmlig hølini eru. Eitt nú eru hølini hjá Burn Fitness serliga lítil í mun til hvussu nógvar maskinur og fólk eru har. Eisini eru hølini hjá Faroe Fitness í minnara lagið. Eisini er munur á, um hølini eru býtt upp, soleiðis at rennibondini eru eitt stað, vektirnar eitt annað o.s.fr. Her haldi eg at serliga Vælvera Fitness gera tað gott. Teirra hølir eru eisini tey rúmligastu.

 

Tí fari eg at seta Vælveru Fitness sum vinnara, hyggja vit at hølunum.

 

 

Kostnaður:

 

 

Sum heild kostar tað ímillum 200 og 400 krónur at venja í ein mánað. Øll Støðini hava tilboð til lesandi. Burn Fitness er eitt lítið sindur bíligari enn hinar venjingarmiðstøðirnar. Her ber til at venja fyri einans 199 krónur um mánaðin, um tú velur tær eitt morgun hald, sum inniber at tú sleppur at venja til kl. 14:00, og ikki allan dagin. Hetta er íroknað avsláttur, sum lesandi fáa.

 

 

Av tí at tað er bíligasta staðið, so er vinnarin, tá tað kemur til kostnað, Burn Fitness.

 

 

Serlig ting:

 

 

Allar venjingarmiðstøðirnar hava teirra serliga ting, sum tey gera betur enn hini. Í Burn hava tey eina serliga góða café, gosbað og hitarúm. Í Yndi Fitness er rennibreytin beint við, og tað er ógvuliga deiligt um ein dámar væl at renna áðrenn ella aftaná venjing. Vælveru fitness hevur eini serliga stór høli, og har eru ikki heilt so nógv og venja, so tað er lætt at sleppa framat vektum og tílíkum. Eisini er deiligt um man vil hava frið, tá man venur. Faroe Fitness eru eitt lítið stað og har eru heldur ikki so nógv fólk. Tí kanst tú lættliga koma at kenna nýggj fólk og starvsfólkini, og hetta kann gera tað lættari at t.d. spyrja um hjálp við onkrum.

 

 

Av tí at tað er so ymiskt fyri venjingarmiðstøðirnar, so fari eg ikki at velja nakran vinnara í hesum.

 

 

Heildarmeting:

 

 

Út frá hesum metingum er endaliga úrsliti soleiðis:

 

 

 

 

Burn gerst nummar eitt. Hetta tí at tey hava sum heild ein fínan kostnað og bestu upplatingartíðirnar. Eisini hava tey góðar maskinur og vektir, og so er tað eisini nokkso lekkurt at tey hava eitt “spa”.

 

 

Tó er hetta mín meting, og sjálvandi kann tað vera at tú leitar eftir onkrum øðrum frá einari venjingarmiðstøð. Um tú vilt lesa tey einstaku ummælini, áðrenn tú tekur eina avðgerð, ella bara sum heild, so finnur tú tey her:

 

 

Ummæli – Burn Fitness

 

 

Ummæli – Faroe Fitness

 

 

Ummæli – Vælvera Fitness

 

 

Ummæli – Yndi Fitness

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.