Vígdis Fjallstein: Sannleikans Loyndir

Vígdis Fjallstein: Sannleikans Loyndir

Vígdis Fjallstein: Sannleikans Loyndir
Føroyska songkvinnan hevur júst útgivið nýtt staklag og sjónbandalag
21.06.2015 - 16:30

'Sannleikans Royndir' hevur Vígdis skrivað saman við Magnusi Fjallsá, og er tað tikið upp í Klaksvík hja Raclip Carpet Session.

 

- Teksturin snýr seg um, hvussu kenslurnar broytast ímóti náttini, sigur Vígdis. Tá tað blívur myrkt, geva vit okkum sjálvum loyvi til at slappa meiri av, vit tora betur, og ofta er tað tá, kenslurnar taka yvir. Eisini snýr tað seg um forelskilsi. Tað er sum at fara á flog ella at flóta langt út á havið, alt tykist at bera til. Um tað er rætt ella skeivt, er týdningarleyst.

 

- Heitið á lagnum sipar til, at myrkrið kann fjala loyndarmálið aftan fyri sannleikan, men tá mann kemur ímóti ljósum morgni, snýkir loyndarmálið seg ofta framm. Eg trúgvi, at tað altíð er eitt loyndarmál aftan fyri tað, sum vit "halda" er sannleikin. Vit kunnu ongantíð vera heilt vís í, at tað vit lesa, hoyra og síggja er sannleikin. Tað er bert nakað, ið vit kunnu velja at trúgva. 

 

'Sannleikans Royndir' er tað fyrsta av trimum løgum hjá Vígdis, sum koma út í nærmastu framtíð.

 

 

 
 
Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.

Les eisini

Tær 8 'shot-gun' reglurnar

10 stuttlig Skam memes

8 ting, ið tú kanst gera í heystferiuni