Kjakast um tilfeingisgjald í Degi og Viku í kvøld

Kjakast um tilfeingisgjald í Degi og Viku í kvøld
Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, fara at skifta orð um spurningin í sjónvarpastovuni í kvøld

31.01.2012 - 15:27

Tilfeingisgjald á makreli verður evnið í kjak-partinum í Degi og Viku í kvøld.

Hóast samgonguflokkarnir í samgonguskjalinum hava avtalað ein avmarkaðan tilfeingisskatt á vinnur, sum kasta serliga nógv av sær, varð spurningurin um tilfeingisgjald á makreli nógv havdur á lofti, tá fíggjarlógaruppskotið var til aðru viðgerð í tinginum í síðstu viku.

Minnilutin í fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, hevði eitt uppskot um tilfeingisgjald, og løgmaður reisti eisini spurningin. Hann hevur síðani  sett ein arbeiðsbólk at fyrireika arbeiðið.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, segði við Útvarpið í dag, at stendur tað til hansara, eigur landskassin at fáa millum 100 og 150 milliónir krónur burtur úr makrelinum í ár. Peningurin skal koma frá tilfeingisgjaldi, men ein uppboðssøla kann eisini koma á upp á tal, sigur hann.

Jacob Vestergaard, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, skfita orð um málið. Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í kjakinum.

Mynd: Beinta Løwe Jacobsen verður vertur í kjakinum um tilfeingisgjaldi  sjónvarpsstovuni í kvøld

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373