Bjarni Djurholm: Landsstýrismaðurin heldur seg ikki til tilmælið

Bjarni Djurholm: Landsstýrismaðurin heldur seg ikki til tilmælið
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur sett Birni Kalsø, landsstýrismanni, munnligan fyrispurning um skipara- og maskinistútbúgvingarnar

06.02.2012 - 11:00

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, vil nú hava at vita, hví Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur avgjørt at flyta skipara- og maskinistútbúgvingarnar úr Havn til Klaksvíkar í august næsta ár.

Bjarni Djurholm hevur sett Birni Kalsø munnligan fyrispurning, sum væntandi verður svaraður í tinginum mikudagin, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.

Tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum sigur, at avgerðin er tikin, uttan at parlamentariska skipanin er hoyrd í málinum frammanundan. Hann sigur, at Bjørn Kalsø heldur seg ikki til tilmælið um maritimu útbúgvingarnar, sum varð handað Helenu Dam á Neystabø, táverandi landsstýriskvinnu, í 2010. Har verður mælt til, at maritimu útbúgvingarnar og skeið verða skipað í Havn, men at partur av skeiðvirkseminum kann vera aðrastaðni.

Bjarni Djurholm sigur, at í løtuni eru umleið 300 lesandi á Vinnuháskúlanum í Havn, sum svara til 13 flokkar, meðan umleið 25 næmingar, ein flokkur, lesa til skipara í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688