- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri minningarhald teirra sjólátnu í dag

Fleiri staðni í landinum verður minningarhald í dag, allahalgannadag.
Almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, verður hildið á Vinnuháskúlanum í Havn kl. 14, har Beinir Johannesen, løgmaður, fer at tala og Heri Joensen, prestur, hevur eina andakt.
Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Síðani verður farið í Viðarlundina, har løgmaður leggur ein krans við minnisvarðan.
Og gudstænasta verður í Dómkirkjuni klokkan 20.00.
Ein maður er deyður á sjónum hetta seinasta árið, síðani minningarhald teirra sjólátnu var í fjør.
Tað var Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági, sum doyði 14. desember um borð á trolaranum Stelki.
Hann var 69 ára gamal.




























