- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grein um autismu í Føroyum í altjóða tíðarriti

Ein granskarabólkur úr Føroyum, Svøríki, Skotlandi og Fraklandi hevur júst
fingið grein í altjóða tíðarritið Journal of Autism and Developmental Disorders."

Greinin byggir á kanning av autismu millum 15-24 ára gomul í Føroyum.

Í 2002 varð gjørd ein umfatandi kanning av øllum 7-16 ára gomlum børnum í Føroyum
fyri at finna tey, sum hava ASD (autism spectrum disorder).

Í 2009 varð farið
afturumaftur, og somu árgangir (nú 15-24 ár) vórðu kannaðir av nýggjum
fólkum fyri at eftirkanna fleiri viðurskifti, m.a um nakrir tilburðir vantaðu í
2002, og serstakliga um tað vóru tilburðir hjá gentum, sum ikki vórðu funnir í 2002.

Í
upprunaligu kanningini vórðu staðfestir 43 tilburðir, 36 dreingir og sjey gentur. Í kanningini í 2009 vórðu staðfestir 24 tilburður afturat, 13 dreingir og 11 gentur.
Hetta vísir, at tað hevur verið truplari at staðfesta autismu hjá
ungum gentum.

Rithøvundarnir eru Eva Kočovská, Rannvá Biskopstø, I.
Carina Gillberg, Ása Ellefsen, Hanna Kampmann, Tormóður Stórá, Eva Billstedt og
Christopher Gillberg. Føroysku granskararnir arbeiða á Psykiatriska Deplinum og
á Sernámi, og samstarva við Ílegusavnið um verkætlanina.

Verkætlanin hevur m.a. fingið stuðul úr Granskingargrunninum.