- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost-samtakið 128 milliónir í rakstraravlopi í triðja ársfjórðingi

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi hjá Bakkafrostsamtakinum var 128 milliónir krónur.
Tað var 22 milliónir triðja ársfjórðing í fjør.
Tøkan í Føroyum var 23.097 tons og 4.537 tons í Skotlandi í triðja ársfjórðingi.
Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var tøkan í Føroyum 24 prosent størri enn í fjør.
Framleiðslukostnaðurin vaks sjey prosent fyri kilo.
Bakkafrost í Skálavík.
Gongur sum ætlað í Skálavík
Í frágreiðing um triðja ársfjórðing verður sagt, at smoltstøðin í Skálavík gongur sambært ætlan.
Rogn eru løgd inn í tveimum umførum við góðum úrsliti higartil. sigur Bakkafrost.
Havsbrún hevði eitt serliga gott úrslit í ársfjórðinginum.
Bakkafrost væntar at gera 185.000 tons av fóðri næsta ár.
Givnir at keypa smolt frá uttanhýsisveitarum
Í Skotlandi er Bakkafrost givið at keypa smolt frá uttanhýsisveitarum.
Lítil tøka, lá miðalvekt og høgur eindarkostnaður ávirkar tó framvegis fíggjarligu úrslitini í Skotlandi, sigur Bakkafrost.
Bakkafrost ætlar at taka 97.000 tons í Føroyum og 28.000 tons í Skotlandi næsta ár.



























