USA ávaraði Russland um yvirgangsálop í Moskva

USA ávaraði Russland um yvirgangsálop í Moskva
Ein tannáringur, sum á TikTok skal hava víst myndir av einum luti, ið líkist sjálvvirkandi vápni, er handtikin
Moskva.
Mynd: Shutterstock.com  
 
02.11.2026 - 08:06

Leygardagin skrivaði almenna russiska tíðindastovan RIA, at amerikanska fregnartænastan hevði ávarað tey um ætlað yvirgangsálop í Moskva.

Russiska trygdartænastan (FSB) svaraði aftur við tiltøkum.

Nú er ein tannáringur handtikin í málinum, skrivar russiska tíðindastovan Interfax.

Viðkomandi, sum varð handtikin, skal hava lagt myndir av sær sjálvum út á sosiala miðil TikTok, har hann skal hava hildið í einum luti, sum líktist sjálvvirkandi vápni og deilt myndir frá einum russiskum savni.

- Eg fann eitt stað, skal tannáringurin hava skrivað á hesar myndirnar.

 

Russarar takka USA

Russarar takka amerikanarum.

- Vit eru takksom fyri, at amerikanarar góvu upplýsingarnar, sigur russiska trygdartænastan í fráboðan.

Heimið hjá tannáringinum skal hava verið rannsakað. 

Lutirnir í TikTok-videobrotinum vórðu funnir har, og viðkomandi skal eisini hava vera uppi í einum nýnazistiskum bólki á sosiala miðlinum Telegram.

Ein nevnd umhugsar nú, hvat víðari hendir í málinum,, skrivar russiska tíðindastovan RIA, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891