- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrakassagrunnur og tekniskur skúli í tinginum í dag

Pengarnir hjá teimum 11 sjúkrakassunum, sum noyddust at víkja fyri Heilsutrygd, verða viðgjørdir í løgtinginum seinnapartin.

Tingið skal viðgera uppskotið hjá Karsteni Hansen, landsstýrimanni í heilsumálum, um Sjúkrakassagrunn Føroya.

Endamál grunsins, sum verður stovnaður í vár, verður at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing.

Í minsta lagi 25 mió. kr., sum sjúkrakassarnir áttu, fara í grunnin. Sambært uppskoti um viðtøkur fyri grunnin, skal Sjúkrakassagrunnurin eisini kunna seta á stovn eina ískoytisheilsutrygging.

Men samhaldsfestið í føroyska heilsuverkinum verður ikki fyri bakkasti, hóast tey, sum hava ráð, fara at kunna tekna sína egnu heilsutrygging, heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannsen.

Serliga nevndarsamansetingin í Sjúkrakassagrunninum forðar fyri tí, sigur hann.

Sambært uppskotinum um viðtøkur velja fakfeløgini tveir nevndarlimir, Meginfelag teirra Brekaðu velur ein lim, Sjúklingarráðið velur ein lim, Landsfelag Pensjónista velur ein lim og Heilsumálaráðið velur ein lim í nevndina.

Í mesta lagi 15 prosent av fænum hjá Sjúkrakassagrunninum kunnu brúkast til ískoytistryggingina.

Tekniskur skúli

Løgtingið skal eisini viðgera uppskotið um at útbyggja Tekniska skúla í Klaksvík fyri 36 mió. kr.

Útbyggingin av Tekniska skúla í Klaksvík skal hýsa matvøruútbúgvingum, yrkisútbúgvingum, miðnámsútbúgvingum og maritimum

útbúgvingum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.

Útbyggingin skal vera liðug í 2015 ella 2016.