- Tíðindi, mentan og ítróttur
Romney betur umtóktur enn Obama

Minni enn helvtin av amerikansku veljarunum tekur undir við Barack Obama, forseta, og var val nú, hevði republikanarin, Mitt Romney, vunnið.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Washington Post og ABC News hava latið gera, sambært AFP og Ritzau.

46 prosent av teimum spurdu svara, at Obama roynist væl í Hvítu húsunum í Washington, men 50 prosent halda, at eingin dugur er í honum sum forseti.

Enn kappast fleiri um at gera republikanskt forsetavalevni, men verður Mitt Romney avbjóðarin, fær hann undirtøku frá 49 prosentum av veljarunum. 47 prosent vilja hava Obama at halda fram í forsetaembætinum, vísir veljarakanningin.

Forsetavalið í USA verður í november.