Sørvágs kommuna undirskrivar sáttmála við Kanjon um ítróttarhøllina

Sørvágs kommuna undirskrivar sáttmála við Kanjon um ítróttarhøllina
Seinnapartin skrivar Sørvágs Kommuna undir sáttmála við byggifelagið Kanjon, ið vann útboðið og skal byggja eina ítróttarhøll fyri slakar 44 milliónir krónur
Tað er her við omankoyringina til Sørvág, at ætlanin er at byggja nýggju ítróttarhøllina
Mynd: Google Street View  
 
13.04.2026 - 13:00

Tá flogbóltskappingin byrjar veturin 2027-2028, verður heimavøllurin hjá SÍ í Sørvági í spildurnýggjari ítróttarhøll.

Tað er greitt, nú Sørvágs kommuna seinnapartin skrivaði undir sáttmála við byggifelagið Kanjon, ið vann útboðið og skal byggja eina ítróttarhøll fyri slakar 44 milliónir krónur, sum skal verða liðug at taka í nýtslu um hálvt annað ár.

"Eftir ætlanin skal ítróttarhøllin vera liðug í oktober 2027," sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu.

Tað verður klokkan hálvgun fýra í dag, at borgarstjórin fer at undirskriva sáttmála við byggifelagið Kanjon, sum skal byggja høllina uppi á Mýrum í Sørvági.

Fýra tilboð komu inn, tá byggiverkætlanin varð bjóðað út í vetur, og Kanjon var bíligast. Teirra tilboð ljóðaði uppá 43,5 milliónir krónur.

Í áravís er tað blivið tosað og togað aftur og fram í bygdaráðnum um at byggja eina nýggja høll, ikki minst fyri at fáa virðiligar karmar um flogbóltin, har lokala felagið SÍ søguliga sæð hevur verið í fremstu røð.

Men tað verður eisini rúm fyri øðrum enn flogbólti.

TIL_NET_Itrottarhollin_i_Sorvagi


 
--
Segði Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvági, við Ingolf S. Olsen, sum legði innslagið til rættis

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961