Elsta løgtingsfólkið: Ongantíð sitið í formansstólinum áður

Elsta løgtingsfólkið: Ongantíð sitið í formansstólinum áður
Jenis av Rana, ið er elsta tingfólk í nýsetta løgtinginum, fegnaðist um, at hann fyri fyrstu ferð slapp at royna at sita í formansstóli løgtingsins
"Hatta var fyrstu ferð, at eg yvirhøvur havi sitið í formansstólinum, so tað var ein góð kensla at kunna hyggja út yvir fólk upp á eina annan máta," segði elska løgtingsfólkið, Jenis av Rana
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.04.2026 - 12:35

"Tað kendist ómetaliga væl."

Tað staðfesti 73 ára gamli Jenis av Rana, ið, sum elsta tingfólk í nýggja løgtinginum, slapp at seta fyrsta løgtingsfundin klokkan 10 fyrrapartin. 

"Eg havi sitið í løgtinginum síðani 1994, og hatta var fyrstu ferð, at eg yvirhøvur havi sitið í formansstólinum, so tað var ein góð kensla at kunna hyggja út yvir fólk upp á eina annan máta."

 

Jenis_1

 

Ivasamt um Jenis stillar uppaftur

Um hetta løgtingið situr øll fýra árini, so verður hetta síðsta setan hjá Jenisi av Rana. 

"Eg fari ikki at stilla uppaftur sum 77 ára gamal. Men um tað verður nýval áðrenn, so skal tað ikki útilokast, at eg stilli uppaftur," segði Jenis av Rana. 

Jenis_2

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120