- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nice Jazzfestivalur 2012

Hetta er ein jazzfestivalur, sum verður hildin í døgunum 8. til
12. juli. Hesin festivalurin varð stovnaður í 1948, og nøvn sum Dizzy Gillespie,
Stephane Grappelli, Django Reinhardt, Charles Mingus, Lionel Hampton og fleiri
hava framført har gjøgnum tíðina. Tað, sum eyðkennir festivalskránna í dag, er at tónleikurin ikki er
so nógv main stream jazzur - men heldur ein blanding av ymsum - sum vit t.d. kenna
tað frá Tórshavnar Jazz Fólka og Bluesfestivali. Og tað er ikki óvanligt, at
nøvn úr t.d. miðeystri, Asia og Afrika verða umboðað. Vilt tú vita meiri um
hendan jazzfestivalin, kanst tú fara inn á heimasíðuna www.nicejazzfestival.fr

11. juli
stendur - ella situr - Ahmad Jamal á palli á Nice Jazzfestivali. Ahmad Jamal er
amerikanskur pianistur, føddur í 1930. Hann byrjaði at spæla í bebop tíðini, tá
ið alt skuldi vera so skjótt og virtuost - men Jamal tók tað djarva valið at
fara hinvegin, í tann minimalistiska cool jazzin. Har kom hann í samband við
Miles Davis í 50?unum, og Davis virdi hann nógv fyri hansara oyra fyri pausum í
tónleikinum. Jamal kallar sjálvur hetta fyri "disciplin", og sambært honum ber
ikki til at forsera tingini í nøkrum viðurskiftum í lívinum - uttan at missa
hjartað og sálina. Og tónleikur er onki undantak. Áhugaverdir tankar. Vit skulu
hoyra eitt lag av nýggju úttgávuni hjá Ahmad Jamal, sum nevniost Blue Moon. Her
hevur hann fingið Reginald Veal at spæla bass saman við sær, Herlin Riley á
trummur og Manolo Badrena á slagverk.

1. Woody'n You -
Ahmad Jamal - Blue Moon 2012

Mikudagin 11. juli stendur Ron Carter á palli.
Hann er amerikanskur bassistur, 75 ára gamal í dag, og mettur at vera ein
jazzlegenda. Hann hevur spælt við Bill Evans, Cannonball Adderley, Miles Davis, McCoy Tyner
og nógvum øðrum. Og so hevur hann ávirkað eitt heilt ættarlið av bassistum við
sínum eyðkenda spælistíli. Hann hevur her valt formatið klaver, bass og guitar.
Hetta er ein klassisk instrumentering, sum er kend frá t.d. Nat King Cole og
Oscar Petersson. Tónleikararnir, hann fer at spæla saman við, eru Mulgrew
Miller á klaver og Russell Malone á guitara. Men tað er tó ikki hendan
samanseting, vit skulu hoyra í sendingini - tað verður av útgávuni Dear Miles frá 2007,
ein fagnaðarútgáva til Miles Davis við Stephen Scott á klaver, Peyton Crossley
trummur og Roger Squitero slagverk. Tað verður eitt lag, sum Ron Carter sjálvur
hevur skrivað

2. Cut and Paste - Ron Carter - Dear Miles 2007

12. juli stendur ein duo frá Mali í Afrika á palli í Nice. Tey eru hjún og bæði tvey blind. Tey eru
kend sum the blind couple from Mali. Tey bæði hittust í einum blindainstitutti
í Afrika einaferð í 70unum og funnu so har útav, at tey høvdu tónleikin sum
felags áhugamál. Tey giftust í 1980 og fóru at framføra saman í 83. Fyrsta
útgávan kom í 1998, og útgávan Folila frá í ár er teirra sjeynda í røðini. Lagið,
vit skulu hoyra, nevnist Dogou Badia, og tað er featuring Santigold, sum er ein
amerikansk sangarinna.

3. Dogou Badia (feat. santigold) - Amadou & Mariam - Folila 2012

8. juli
stendur Dee Dee Bridgewater á palli í Nice. Hon er amerikansk jazzsangarinna, vunnið 3 grammies og tilnevnd einar 7 ferðir. Hon hevur mestsum
spesialiserað seg í gera fagnaðarútgávur til kendar tónleikarar, so sum Ella
Fitzgerald, Horace Silver og tónaskaldið Kurt Weill. To Billie With Love From
Dee dee Bridgewater er heitið á einari útgávu frá 2010. Hetta er, sum navnið sigur, somuleiðis ein
tribute ella fagnaðarútgáva til Billie Holiday. Vit hoyra eitt lag av hesari
útgávuni, og hóskandi verður tað Lady Sings the Blues. Annars kann eg laggja
afturat, at Dee Dee Bridgewater kemur langt út um pallkantin í sínum konsertum.
So sjálv framførslan er eitt konsertatgongumerki verd.

4. Lady Sings The Blues - Dee Dee Bridgewater - To
Billie with Love 2010

Mánadagin 9. juli er ein norrmaður á skránni, sum eitur Jarle Bernhoft. Hann er
føddur Littedal í Norra í 1976. Hansara framførsla er serlig á tann hátt, at
hann er einsamallur á palli - hann syngur, spælir guitara og rhodesklaver, umframt at
hann brúkar loops við rútmum - altso at hann syngur og spælir strofur inn í eina
sonevnda loop maskinu, sum hann so spælir av aftur live í konsertini. Hetta er
ein maskina, sum upptekur strofur á nøkur sekund og spælir tær av aftur endurtakandi.
Vit skulu hoyra eitt dømi hetta av útgávuni Solidarity Breaks frá í fjør. Hetta
er í stíli yvir í 70ara soul og funk - og annars multitasking í hægri potensi.

5. C'mon Talk - Bernhoft - Solidarity Breaks 2011

Hósdagin 12. juli stendur Robert Randolph á palli í Nice Jazzfestival. Han er amerikanskur steel
guitaristur, ávirkaður bluesuta vegin av Stevie Ray Vaughan. Hann varð í
tíðarritinum Rolling Stone Magazine kosin at vera millum 100 bestu guitarleikarar
í heiminum, hetta var í 2003. Hann feri við sínu bólki, The Family Band, at
framføra tónleik, sum er ávrikaður av 70?ara funki so sum Earth Wind and Fira
og Sly and the Family Stone. Og allarhelst verður tað eisini við einum dismi av gospel, tí
Robert Randolph lærdi seg at spæla steel guitara í afro-amerikonskum kirkjuligum umhvørvi í
USA. Har verður hesin steel guitarin róptur the sacred steel og er ein partur
av tí siðvenjuni. Sum ískoyti kann eg nevna, at rútmuguitaristurin Joey
Williams úr bólkinum Blind Boys of Alabama spælir við í bólkinum. Latum okkum
hoyra eitt lag frá tí sienastu útgávuni, sum er ein live upptøka frá einari
turné, sum bólkurin gjørdi í USA í 2010. Hetta er ein gamal sangur, sum Blind Willie Johnson sang í 1927.

6. If I Had My Way - Robert Randolph Family Band - Live In Concert 2011

12. juli stendur Sharon Jones á palli. Hon er
soul-funk sangarinna úr býnum Atlanta í USA. Hon verður stundum rópt hin
kvinnuliga James Brown. Men heimurin kendi hana ikki áðrenn 2002, tá ið hon 46 ára gomul gav sína fyrstu útgávu út. Áðrenn hetta hevði hon
starvast sum vaktarkvinna og fangavørður í einum fongsli. Men hon hevur megnað
at skapað sær eina sterka rødd innan soul og funk tey 10 árini, hon hevur verið
frammi. Her hoyra vit hana saman við bólkinum the Dap Kings framføra motown-kenda lagið Genuine. Eitt groove, sum vil nakað.

7. Genuine Part 1 & 2 - Sharon Jones and the Dap Kings - Soul Time 2011

So fara vit til ein harra, sum eitur Ibrahim
Maalouf. Hann stendura palli í Nice tann 8. juli.
Ibrahim Maalouf er trompetistur og
komponistur, føddur í Beirut í Libanon í 1980. Foreldur hansara eru
tónleikarar, pápin Nassim Maalouf spælir trompet, og mamman Nada Maalouf
klaver. Tá Ibrahim var barn í 80unum flýddi familjan úr Libanon undan borgarakrígnum
har og settist niður í Fraklandi í einum forstaði til Paris. Pápi hansara, ein
virdur trompetleikari, lærdi hann her at spæla trompet, fyrst klassiskan
tónleik, síðani arabiskan, sum eins og jazzur hevur improviatión sum sentralan part. Tað er soleiðis, at pápi hansara hevur ment eitt serligt slag
av trompet, sum kann spæla kvarttonar - og harvið arabiskan tónleik. Ibrahim Maalouf spælir uppá ein slíka. Hendan hevur ein eykaventil, sum fær hesar
kvarttónarnar fram. Annars hevur Ibrahim Maalouf spælt um alt Europa sum kklassiskur tónleikari,
luttikið í ymsum kappingum og fingið fleiri virðislønir. Men hann hevur eisini
sjálvur skrivað tónleik í jazz kategoriini við arabiskum ísletti. Og tað er
eisini við hesum forteknum, at hann stendur á palli á Nice Jazz Festivli saman
við 7 øðrum tónleikarum úr Fraklandi. Ibrahim Maalouf hevur givið 3 fløgur út, tann síðsta
kom í 2011, sum ber heitið Diagnostic. Hetta er væl úr hondum greiddur
tónleikur við sterkum, persónligum kenslum. Eg haldi meg hoyra eina djúpri
meining við hesum kvarttónanum her. Royn sjálvur, ella sjálv, at lurta og
vita, um tú heldur teg hoyra ein falskan tóna. Um so er, er hetta ein
kvarttóni. Royn síðani og finn út av, hvat hesin tónin ger við teg.

8. All the Beautiful Things - Ibrahim Maalouf - Diagnostic 2011

Mikudagin 11. juli stendur Emir Kusturica á palli
í Nice. Hann er úr býnum Sarajevo. Hann er eitt sindur av einum 1000 kunstnara,
hevur gjørt ymsar stuttfilmar, sum hava vunnið honum fleiri heiðursgávur, gyltar leyvur í Venezia, gylt pálmatrø í Cannes og silvur bjarnir í Berlin. Og
so er hann, umframt at vera sjónleikari, eisini tónleikari. Og tónleikurin er
sentralur í hansara filmum. Hann vitjar Nice Jazzfestival við einum bólki, sum
nevnist No Smoking Orchestra. Og hesin tónleikurin, tey fara at framføra, er
sprottin úr hesum arbeiðnum við filmi. Hetta er ein blanding av rokki, punki, fanfaru
og sigoynaratónleiki. Av útgávuni frá 2003, sum ber heitið Unza Unza Time,
skulu vit hoyra lagið Lubenica, sum á serbiskum mmerkir Vatnmelón.

9. Lubenica - Emir Kusturica & The No Smoking Band - Unza Unza Time 2003

Høvuðssíðan hjá sendingini finst her