Lívstryggingin og Lív 316 mió. kr. í halli

Lívstryggingin og Lív 316 mió. kr. í halli
Lív hevði góðar átta milliónir í avlopi í fjør. Landskassin veðheldur nú fyri meiri enn hálvari milliard í tryggingarfelagnum
Høvuðsorsøkin til stóra hallið í Føroya Lívstrygging og Lív í fjør var, at avsetingarnar til lívtryggingar eru hækkaðar.

31.05.2012 - 17:09

Samtakið Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagið Lív hevði tilsamans 316 milliónir krónur í halli eftir skatt í fjør.

Høvuðsorsøkin til vánaliga úrslitið er, at avsetingar til lívstryggingar eru hækkaðar. Uppgerðarrentan er lækkað samstundis sum rentan á fíggjarmarknaðinum er lækkað. Uppgerðarrentan er renta, ið avsetingar fyri lívstryggingarvirksemi verður uppgjørd eftir.

Tryggingarfelagið Lív, sum teknar tryggingar, hevði góðar átta milliónir kr. í avlopi. Íløguavkastið var góð 10 prosent eftir fyrisitingarkostnað. 14 prosent fleiri tryggingar vórðu teknaðar.

Í fjør var meginparturin av íløgunum hjá samtakinum í lánsbrøvum. Av tí at rentan á lánsbrøvum lækkaði, hækkaði kursurin, og lánsbrøvini góvu tí 7,5 prosent í avkasti.

Landskassaveðhaldið 530 mió. kr.

Allar tryggingar í samtakinum, sum vórðu teknaðar fyri 1. januar 2000 vórðu teknaðar í móðurfelagnum, Føroya Lívstrygging. 1. januar í 2000 steðgaði nýtekning av tryggingum við landskassaveðhaldi, og síðani eru allar tryggingar teknaðar í dótturfelagnum, Tryggingarfelagnum Lív.

Seinastu árini er landskassaveðhaldið tikið við í roknskapin. Støddin á veðhaldinum fylgir ásetingunum fyri lívstryggingar. Lága uppgerðarrentan hevur við sær, at avsetingin veksur og harvið eisini landskassaveðhaldið. Við árslok í fjør var landskassaveðhaldið  530 milliónir kr.

Á ársaðalfundinum bar Jógvan Mørkøre seg undan afturvali, og í hansara stað var Palli Petersen valdur. Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir. Teir eru Finn Danberg, Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Gunnleivur Dalsgarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699