Støðan hættislig Sýrialand

Støðan hættislig Sýrialand
ST-eygleiðararnir fáa ikki kannað støðuna í Sýrialandi, tí har er so ófriðarligt. Tí gevast teir við hesum fyribils.

17.06.2012 - 12:27

Eygleiðararnir hjá ST í Sýrialandi, sum skuldu kanna viðurskiftini kring landið, og um vápnahvíldin frá 12. apríl verður hildin, eru fyribils givnir við sínum arbeiði.

Norski herovastin, Robert Mood, sum stendur á odda fyri eygleiðarunum, sigur, at støðan í landinum er so hættislig, at eygleiðararnir ikki kenna seg tryggar longur.

Samstundis tykjast stríðandi partarnir ikki at hava áhuga í at steðga við samanbrestunum.

- Stríðið er harnað seinastu dagarnar, og tað ger tað ómøguligt at kanna viðurskiftini í landinum, sigur Robert Mood.

- Stríðið ímillum partarnar herðist, og alsamt fleiri liggja eftirá hjá báðum pørtum. Og ósek sivilfólk, menn, kvinnur og børn, doyggja hvønn dag, sigur norski herovastin.

ST hevur sent umleið 300 eygleiðarar til Sýria, og tey eru fyribils givin við sínum virksemi.

Fleiri hundrað sivilfólk, hermenn og uppreistrarfólk hava latið lív, síðani friðarætlanin hjá Kofi Annan, fyrrverandi ST-aðalskrivara, varð sett í gildi í Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189