Herurin tikið valdið í Egyptalandi

Herurin tikið valdið í Egyptalandi
Tjóðartingsvalið er útsett, til nýggj grundlóg er gjørd
Hussein Tantawi, høgrumegin á myndini, er leiðari í hernaðarráðnum, sum nú hevur veruliga valdið í Egyptalandi

18.06.2012 - 12:16

Herurin hevur tikið valdið í Egyptalandi, og nýggi forsetin noyðist at akta boð frá hernaðarráðnum.

Tað er støðan eftir seinna umfar av forsetavalinum í Egyptalandi um vikuskiftið, skriva altjóða tíðindastovur.

Herurin kunngjørdi í nátt eina fyriskipan um, at hann hevur valdið á landsins fíggjarlóg, og nýggi forsetin fær ikki valdið á herinum. Hernaðarráðið hevur eisini gjørt av, at tjóðartingið skal ikki veljast av nýggjum, fyrr enn nýggj grundlóg er gjørd.

Í veruleikanum verður tað eisini herurin, sum einsamallur ger av, hvussu grundlógin fer at síggja út, skriva altjóða fjølmiðar.

Muslimska brøðralagið vann

Valevnið hjá muslimska brøðralagnum, Mohammed Mursi, hevur kunngjørt, at hann vann forsetavalið um vikuskiftið við 52,5 prosentum av atkvøðunum. Almenna valúrslitið verður ikki kunngjørt fyrr enn mikudagin ella hósdagin.

At forsetin ikki longur hevur valdið á herinum merkir, at tað er formaðurin í hernaðarráðnum, Hussein Tantawi, sum hevur veruliga valdið í landinum. Tantawi var verjumálaráðharri í stjórinini frákoyrda forsetanum, Hosni Mubarak, skriva tíðindastovurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815