- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrstu húskini í Nólsoy fáa fjarhita úr vindi

Rørini eru løgd til tey fyrstu húsini, og seinni í summar fáa átta húski í Nólsoy fjarhita úr vindi.

Fyrsta byggistigið hjá smápartafelagnum Nólsoyar orkufelag er um at vera liðugt.

Felagið hevur keypt ein oljutanga úr Vestmanna at hava vatnið í, sum verður hitað við vindorkuni. Tangin tekur 50.000 litrar. Seinni er ætlanin at hvørt hús fær sín tanga, sum tekur 2000 litrar

Enn er prísur ikki settur á fjarhitan, men hann verður bíligari enn olja, eisini nú oljuprísurin fer niður:

Okkurt um 100 sethús eru í Nólsoy, men fólk býr verri enn so í øllum. Men umráðandi er at fáa fleiri enn átta hús upp í skipanina sum skjótast.

Nólsoyar orkufelag hevur keypt eina brúkta danska myllu av slagnum Windworld. Vestas hevur seinni keypt Windworld, sum er í Skagen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.